Um Orkuvarðan

Orkuvarðin er sonevnda ”energipyramidan”, sum er eitt úrslit av ST samtykt á umhvørvisráðstevnu í Kyoto, Japan, í 1995 (link til wikipedia um ”Kyoto aftalen”). Orkuvarðin er nógv brúktur í okkara grannalondum, har lágorkubygging fær høga raðfesting.
 
Um tú vilt spara so nógvar pengar, orku og CO2 sum gjørligt, ræður um at gera tingini í røttu raðfylgju. Alt í húsinum/bygninginum hongur saman soleiðis, at tú altíð fært besta úrslit, um orkuvaðrin er við frá grundini av. Bæði tá tú skalt umvæla og byggja nýtt. 
 
Dømi: Um tú keypir eina dýra hitaskipan til eini illa bjálvaði hús, verður hitaskipanin óneyðuga stór og dýr at keypa og reka, í mun til tørvin á orku. Sama er galdandi fyri nýggj hús. Um tú ístaðin byggir rætt og bjálvar væl og harvið avmarkar tørvin, er ein minni og bíligari orkuskipan rættara loysnin. Tá fært tú samstundis eini hús sum eru betri og sunnari at vera í, minni gjóstur og kulda, minni vandi fyri soppi, minni allergi og sum heild færri sjúkradagar.  
 
Í sethúsum og bygningum ber ofta til at spara so nógvar pengar, at tað røkkur til íløgu i bjálving og/ella aðrar orkuumvælingar – umftamt eina grøna hitaskipan. Ynskir tú at fremja eitt orkuskifti, kann fíggingin til orkuskiftið tí ofta koma frá sparingini við at endurbjálva húsini. Ístaðin fyri at gjalda fyri orku, rindar tú sparingina inn á eitt møguligt orkulán fyri umvælingina. Tí kunnu eisini tey sum ikki hava tøkan pening til umvælingar, ofta fáa lut í ágóðum av orkuumvælingum, hóast tey hildu seg ikki hava ráð. Fíggingarstovnar fáa tá samstundis betri trygd fyri teirra lánum, tí haldføri og virði á ognini hækkar.  
Luk menu