byggiráðgeving_r_gre

Byggiráðgeving

Tá farið verður undir at byggja nýtt ella at umvæla hús og bygningar, er ógvuliga umráðandi at byrja rætt.

Við byggiráðgeving frá Byggitrygd kanst tú tryggja tær, at projektið hjá tær er grundað á sterka fakliga vitan, og at tey stóru ivamálini verða viðgjørd og loyst áðrenn arbeiðið fer í gongd.

gransking_r_gre

Projektgransking

Heinta vørublað um projektgransking her

Teir bíligastu feilirnir eru teir, sum verða fangaðir, áðrenn verkætlanin er sett í gongd.

Endamálið við óheftari projektgransking er at finna týðandi mistøk og ófullfíggjaðar byggitekniskar loysnir, áðrenn byrjað verður at byggja ella umvæla. Tað er ikki óvanligt, at smærri ella størri feilir eru í projekteringini, ið kunnu hava stórar neiligar avleiðingar á samlaða projektið.

Tá nýggj óheft eygu kanna projektið, er ofta lættari at síggja hesi brekini, soleiðis at verkætlanin verður tryggari.

Óheft projektgransking er helst bæði effektivasta og bíligasta mannagongd, fyri at tryggja haldbæri á projektinum og samstundis minimera vandan fyri at innbyggja brek í bygningin longu frá byrjan.

orkudok_r_gre

Orkuútrokningar

Heinta vørublað um orkuútrokningar her

Í bygningskunngerðini er krav um, at bygningar skulu byggjast soleiðis at sleppast kann undan óneyðugari orkunýtslu til upphiting, heitt vatn, køling, ventilatión og ljós.

Fyri nýbygging er galdandi, at orkukarmurin skal roknast við forritinum Be15, meðan tað í øðrum førum er nóg mikið at skjalprógva hitatapið gjøgnum konstruktióninar (U-virðið).

Í samband við umvælingar er ikki altíð neyðugt við byggiloyvi. Tó hevur eigarin skyldu til, smb. BK17 at skjalprógva, at hitatapið í konstruktiónum yvirheldur krøvini í byggireglugerðini.

Um krøvini ikki verða hildin, skal skjalprógvast við eini rentabilitet-útrokning, at tað ikki loysir seg fíggjarliga at halda krøvini.

Nær er tørvur á dokumantatión?
• Nýbygging
• Broytt nýtsla og afturatbygging
• Umbygging, viðlíkahald og útskifting
• Minsta hitabjálving

orkurenovering_r_gre

Orkuumvælingar

Heinta vørublað um orkuumvælingar her

Vanligt viðlíkahald, so sum at skifta klædning, tak, vindeygu o.a. eru neyðugar útreiðslur sum árini ganga, um húsini ikki skulu falla í órøkt.
Nýggj vindeygu geva kanska betri inniklima, men vanliga merkist ikki nógv til ágóðan av hesum útreiðslum, annað enn at húsini verða í betri standi.

Um húsini verða orkuumvæld fyrst, ella samstundis sum vanliga viðlíkahaldið verður gjørt, tá fært tú eisini ein betri bústað við munandi betri inniklima.

Útreiðslan blívur tá ofta til eina íløgu ístaðin.

bjálving_r_gre

Bjálving

Sí meira um bjálving við Pappírsull her

Ynski um orkusparing er ofta primera grundgevingin fyri at vit bjálva husini væl í dag, men fyri tey ið hava endurbjálvað er tað minst líka ofta betri innitrivnaður, tey eru gleðast um aftaná.

Ofta kann endurbjálving gjalda seg sjálva aftur rættiliga skjótt, og um fíggjað verður við orkuláni kann ofta sparing fáast frá fyrsta degi.

Tað er eisini eitt sindur hugaligari at gjalda til húsini enn til orkuveitaran.

Um tú manglar ein at gera timburarbeiði í samband við pappírsbjálving, so kunnu vit møguliga hjálpa tær. Fleiri ynskja at bjálva loft, skilagólv, veggir o.a., men sleppa ikki ígongd, tí ongin fæst at gera timburarbeiði klárt og at gera liðugt aftaná.

Talan kann td. vera um at skifta klæðning og/ella vindeygu, leggja nýtt gólv, smíða nýtt loft .. alt eftir hvat skal bjálvast.

Sí meira um timburarbeiði her

inniklima_r_gre

Inniumhvørvi

Tey flestu av okkum eru innandurða ein stóran part av degnum. Um vit vilja tað ella ikki, mugu vit anda luftina í okkum, har vit eru. Er luftgóðskan ikki í lagið, kunnu vit órógvast av møði, høvupínu og skriða vm., tí er rein og frísk luft ein avgerðandi fortreyt fyri trivnaðin hjá okkum.

Í stuttum kann sigast, at samanspælið millum hita, fukt, luftskifti o.a., er avgerðandi fyri, um inniliftin er góð. Ofta eru tað byggiteknisk og bygningsfysisk viðurskifti sum skulu viðgerðast, tá trupuleikar við inniluft skulu loysast. Hetta er førleikaøki hjá Byggitrygd og tað er tí trygt at taka okkum við uppá ráð, um tú vilt koma trupuleikum við inniluft til lívs.

Við mátitólum og kanningum kunnu vit staðfesta, um luftin er dálkað, og um neyðugt, veita vit bráfeingisviðgerð, sum reinsasr inniluftina, soleiðis at ongin fær ampa av at anda hana í seg. Samstundis skjalfesta vit áðrenn-aftaná støðuna og geva bygningsánaranum vitan um hvat skal til, fyri at trupuleikin ikki kemur aftur.

Vit kanna og loysa bæði smærri og meira umfatandi inniluft trupuleikar, bæði í sethúsum og størri bygningum.

Reinføri

Í samstarvi við Act Global í Danmark, arbeiða vit við framkomnum loysnum, sum tryggja eitt sera høgt støði innan reinføri og sunna inniluft. Talan er um púra óskaðilig evni, sum vit leggja á flatur, veggir o.a., sum virka við fotokatalysu. Hetta merkir í stuttum, at so leingi ljós er til staðar, eru flaturnar sjálvreinsandi.

Viðgerðin nevnist CleanCoat, og tá viðgjørt er, verður tað eitt spæl at gera reint við einans ECA-vatni.

Loysnin við CleanCoat og ECA-vatni kann brúkast í vanligum sethúsum og har tørvur er á serliga reinum yvirflatum og innifult, til dømis vegna smittuvanda har nógv fólk ferðast. Her verður hugsað um sjúkrahús, barnagarðar, skúlar, matstovur, svimjihallir, fitness-støðir, tannlæknahølir og framleiðsluhølir vm.

Luk menu